|
Vælkomin á heimasíðu okkara Vit hava langt um leingið dagført okkara heimasíðu. Nú verður lættari og skjótari, at fáa nýtt tilfar inn á síðuna. Hetta fer vónandi at bera við sær, at tit oftari fáa kunning um tað sum fyriferst í felagnum og á útoyggj. Tit eru hjartaliga væl komin, at senda okkum tilfar, hugleiðingar ella fyrispurningar.
Vit ungu á útoyggj eru ofta treisk og duga at hugsa loysnir. Hetta kemur av, at vit ikki hava allar møguleikar við hondina, vit kunnu ikki vera uppgevandi, men hava vilja til at gera tað sum er neyðugt fyri at loysa trupulleikar. Vit ungu á útoyggj eru sterk. Hetta er tí vit eru noydd at vera sterk fyri at kunna búgva so fjarskotið. Vit skulu hava sterkan vilja, fyri at tíma at ferðast við smáum vánaligum bátum, til skúla, ítriv, arbeið o.a. Vit ungu á útoyggj eru sjálvbjargin, tí vit eru vaksin upp á einum øðrvísi staði, har hentleikar ikki eru, og tí læra vit at klára okkum sjálvi. Vit eru eisini kreativ og duga at hugsa øðrvísi loysnir. Av tí vit ongar tænastur hava við hondina, mugu vit duga alt møguligt, bæði tá onkur far skaða og tá okkurt gongur fyri, ella tá okkurt manglar. Vit ungu á útoyggj eru tolin við tíðin. Tað er ikki sum á størri plássum, har alt gongur eftir klokku. Vit gera tað sum er neyðugt, tá tað er neyðugt, og so er tað veður og vindur, ið stýra restini. Hjá okkum er tað altíð ein plan-B og ein C, tí vit eru avmarkaði orsaka av veðrinum og vánaligum ferðasambandi. Vit ungu á útoyggj, halda fast við virðir. Her meina vit, at vit seta prís uppá tað sum vit læra av teimum eldru, og dáma at vera saman við familjuni. Vit eru eisini meira traditiónsbundin á bygd, m.a. halda vit jól, nýggjár og aðrar høgtíðir eftir gamlari siðvenju, og familjan heldur nógv saman. Vit hava eisini vilja til at hjálpa og luttaka í at loysa felags trupulleikar. Men tað er tó altíð onkur á útoyggj, ið ikki vil lutaka og vera partur av felagsskapinum. At mennast er eisini at hava tiltøk, sum fólki á staðnum kann luttaka í. Tá gerast tey glað, fáa íblástur og nýggja vitan, og tað ger tey meira positiv fyri tí nýggja sum hendir. Tað er neyðugt at fleiri arbeiðspláss koma á útoyggj, og alt kann lata seg gera. Tað eru ikki avmarkingar, bara møguleikar. Men møguleikarnir kunnu ikki gerast til veruleikar, um samferðslan ikki verður munandi betur. Í dag er samferðslan størsta forðingin fyri at útoyggjarnar kunnu mennast. Vit kunnu hava hondverk, ferðavinnu, tannlækna, frisør o.a. á útoyggj. Til dømis kann ein tannlækni muna nógv. Fyrst so sleppa tey gomlu frá at fara av oynni til tannlækna, tey tíma so illa og fara bara tá trupulleikarnir eru vornir ov stórir, hetta hevði bøtt um teirra lívsgleði. Ein tannlækni hevur brúk fyri einum assistenti og einum skrivara, so nú eru trý fólk til arbeiðis. Tað er ofta ringt at sleppa framat hjá tannlækna á meginøkinum, og tí kann tað vera líka skjótt og gott, at koma á útoyggj til tannlækna. Hetta sama er galdandi fyri aðrar vinnur, m.a. um ein matstova kemur, so koma fleiri fólk í arbeið. Til dømis summarhús. Tað mugu ikki koma summarhús, millum øll hini tómu húsini, ella hús sum slett ikki hóska til bygdina. Summarhús eiga at liggja fyri seg í einum býlingi, ikki beint við gomlu bygdina. Best er um bygdin eigur summarhús, tí so kunnu fólk leiga har alt árið. Vit ungu ynskja at vera við til at avgera hvat skal henda á útoyggj. Vit vilja arbeiða í felag, fyri at sameina bygdafólki og fyri at seta felags mál. Men vit mugu fáa almennu myndugleikarnar við, tí uttan teirra leiklut, fáa vit ikki gjørt so nógv. Vit fara at fáa okkum útbúgving og fara at búgva á útoyggj, um tað er tað vit vilja, tá vit eru vaksin. Fara vit ikki at búgva á útoyggj, vilja vit á annan hátt menna heimbygdina. Vit fara at fáa okkum eina heimasíðu, undir heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum, tí har kunnu vit byrja okkara arbeið, at gera útoyggjarnar meira sjónligar í kappingini mótvegis meginøkinum. |
| Samband | |
|---|---|
|