Jól á útoyggj |
26/12/2008 kl. 20:07 |
Hóast bert fá fólk eru í summum útoyggjum um jólini, so er jólahugnin eins góður og aðrastaðni í landinum.
Les meira
|
Gleðilig jól og gott nýggjár |
26/12/2008 kl. 19:29 |
Útoyggjafelagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, og takkar fyri tað brátt farna. Tað er okkara vón, at vit í felag, kunnu muna hesum landi og fólki, við framgongd og menning okkum øllum at frama.
Les meira
|
Flutt verkætlan til Granskingardepilin |
19/11/2008 kl. 15:13 |
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er nú vorðin høvuðspartnari í verkætlanini Economusée. Verkætlanin sameinar gransking, vinnu og lokalsamfelag, og tí er hon í góðum hondum á Granskingardeplinum. Verkætlanin gjørdist ov tung, umsitingarliga fyri Útoyggjafelagið, tí var hon flutt.
Les meira
|
Vónir um átøk á útoyggj í 2009 |
19/11/2008 kl. 14:58 |
Útoyggjafelagið vónar, at útoyggjarnar standa frammalaga í raðfestingini á fíggjarlógini 2009. Útoyggjarnar hava alstóran tørv á at fáa umstøður til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru. Fólkatalið lækkar, men enn eru tað nøkur, ið hava áraðið og vilja til at taka verulig tøk - tí er tað so umráðandi at lofta hesum eldsálum.
Les meira
|
Buldraligur túrur hjá Másanum |
26/10/2008 kl. 23:26 |
Góði gamli Másin hevur mangan baldrutan túr á baki. Í gjár var ein av teimum ringu. Manningin er von við, at tað brýtur um bæði borð, og lata sjáldan illa at. Men hesuferð hildu teir, at tað var "nakað" illsligt.
Les meira
|
Limir í Útoyggjafelagnum verið á vitjan í Kanada |
16/10/2008 kl. 21:14 |
Endamálið við vitjanini í Kanada var, at kunna seg um verkætlanina Economusée. Eitt tiltak, ið umframt at verja siðsøgu og mentan, serstakliga er ætlað at menna útjaðaran.
Les meira
|
Framleiðsluhús á skránna |
15/10/2008 kl. 22:23 |
Nú fer Útoyggjafelagið enn eina ferð, at royna, at fáa framleiðsluhús-hugskotið á politisku dagsskránna. Nýggj og útgreina umsókn, við m.a. uppskoti um skipan av sjálvsognarstovni, at umsita húsini, verður partur av umsóknini, sum verður send Landsstýrinum ein av døgunum. Tað er okkara vón, at fíggjarlógin 2009 fer at gera hesa verkætlan gjørliga.
Les meira
|
Verja lundan |
16/10/2008 kl. 07:39 |
Mánakvøldið 14.okt. var bygdafundur hildin í Mykinesi, har evnið var, at verja lundan í móti ránsveiðu. Tey sum møttu á fundi, vóru samd um, at tað er tørvur at stramma upp, og tryggja, at tær skipanir, ið eru galdandi á økinum, í størri mun verða tiknar í álvara.
Les meira
|
Von við at einki hendir |
13/10/2008 kl. 08:11 |
Í Mykinesi eru tey so von við, at einki hendir, at tey nú í tríggjar mánaðir hava latið um seg ganga, at stórsekkir við rotnum mati og øðrum húsarhaldsaffalli liggja niðri á støð. Súlan hevur ikki røkt farmasiglingina, og Sørvágs kommuna tykist ikki at gera nakað.
Les meira
|
Væl eydna tiltak |
11/10/2008 kl. 09:49 |
Arbeiðsvikan er nú av, og fólkið er farið aftur til heimlondini. Tiltakið, ið Útoyggjafelagið og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hava staðið fyri hesa seinastu vikuna, eydnaðist sera væl. Nú eru øll farin  hvør til sítt, at arbeiða víðari við verkætlanini.
Les meira
|